Hondbóltssamband Føroya
Sámal Jákup Djurhuus er nýggjur hjálparvenjari hjá føroyska U18-landsliðnum hjá monnum. Hann tekur við eftir Jesper Bak, sum steðgar eftir at hann er fluttur av landinum.
Sámal Jákup tekur við saman við Djóna Gaard Joensen, verandi høvuðsvenjara. Sámal Jákup hevur í fleiri ár verið ungdómsvenjari, ávikavist í VÍF, Team Klaksvík og nú Stjørnuni. Sámal Jákup er eisini tilnevndur til ÍtróttaVENJARAN á ársins Ítróttafagnaði hjá ÍSF.
Føroysku U18-menninir skulu luttaka í EM-endaspælinum, sum verður í Serbia 29. juli – 9. august.
