Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.01.2026 14:29

Nýggjur dreymabanki á fsf.fo

“Eg vil blíva ein av teimum bestu. Tað skal nógv til, nógv hart arbeiði. Eisini tá ið eingin sær” – Kára A. Sigurðsson. Mynd: FSF

Fótbóltssamband Føroya

Nú er nýggja undirsíðan “Droym stórt” latin upp á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum har fótbóltsspælarar kunnu leita sær vitan og íblástur til stórar dreymar.

Eitt videosavn við íblástri og viðkomandi vitan, kryddað við venjingarætlanum, framløgum og poddvarpi. Tað er samandrátturin av tí, sum nú er at finna á síðuni www.fsf.fo/droym-stort.

– Við hesari síðuni vilja vit geva ungum og evnaríkum fótbóltsspælarum íblástur og dirvi til at droyma stórar dreymar við fótbóltinum. At gera seg galdandi á stóra fótbóltspallinum krevur hart og miðvíst arbeiði, bæði á vøllinum og uttanfyri, og endamálið hjá okkum hevur verið at vísa tann veruleikan og samstundis eggja til enn fleiri stórar dreymar, sigur Maria Ziskason, sum hevur samskipað “Droym stórt” verkætlanina.

Síðan er eitt ítøkiligt úrslit av EM endaspælinum fyri U17 gentur, sum Føroya vóru vertir fyri í mai 2025. Við vertsleiklutinum fylgdi ein sonevnd Legacy-verkætlan, har Føroyar valdu at varpa ljós á yrkisfótbólt og tað, sum skal til fyri at røkka langt.

– Vit ynsktu at brúka tað serliga EM høvið til at skapa stórar dreymar og til at vísa ungum føroyskum spælarum, hvat tað krevur at røkka tindunum sum fótbóltsspælari. Vit byrjaðu árið í fjør við einari spurnarkanning um dreymar og ynskir hjá spælarunum í FSF úrvalsvenjing og á okkara ungdómslandsliðum. Tað gav okkum áhugaverda vitan um, hvat tey ungu droyma um og hvat tey ynskja at vita meira um, og hesum hava vit so tikið útgangsstøði í, tá tilfarið skuldi framleiðast, sigur Maria. 

Tilfarið á síðuni er skipað í tey fýra evnini, sum sambært spurnarkanningini eru mest eftirspurd: “Íblástur til sjálvvenjing”, “Framtíðarmøguleikar”, “Kostur & matvanar” og “Styrkivenjing”. Tað er Eyðvør Klakstein, sum hevur staðið fyri at framleiða tilfarið í samstarvi við FSF og uttanhýsis veitarar.