Hondbóltssamband Føroya
Talan gjørdist um eitt svárt og tepurt tap fyri Slovenia, 30-27. Harvið er EM-endaspælið av fyri Føroyar, tá Sveis hevði betri málúrtøku enn Føroyar og harvið fóru víðari til meginumfarið sum nummar 2 í bólkinum.
Slovenia sýndi góðsku frá byrjan og høvdu yvirtakið størsta partin av dystinum. Tíðliga í seinna hálvleiki høvdu Føroyar yvirtakið eina løtu og vendu 15-16 í steðginum til tvey-máls leiðslu. Men slovenar tóku yvir aftur, og tað gjørdist ein nervadystur til tað seinasta. Sum dysturin leið høvdu okkara tað trupult við sterku slovensku verjuni og málverjanum, og sýndi mótstøðuliðið veruliga hví teir vera roknaðir millum teir bestu. Tá tað kom til stykkis, var føroysku gagnýti av skotum yvir dystin ov lágt til at vinna móti einari so sterkari og snildari mótstøðu.
Hóast Føroyar ikki rukku meginumfarið, so hevur bólkaspælið í Oslo verið ævintýrkent við stóru føroysku fjepparafjøldini, sum hevur vunnið hondbólthjørtu kring alt Evropa. Næsta uppgávan hjá manslandsliðnum verður HM-undakappingin í vár, har Føroyar skulu spæla ein úti- og heimadyst um at koma til HM.
Dystargongdin:
5 min: 1-3
10 min:4-7
15 min: 5-8
20 min: 9-11
25 min: 11-13
30 min: 15-16
35 min: 18-18
40 min: 20-21
45 min: 22-24
50 min: 22-25
55 min: 24-28
60 min: 27-30
Málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9 (4)
Óli Mittún 7
Hákun West av Teigum 4
Teis Horn Rasmussen 2
Leivur Mortensen 2
Vilhelm Poulsen 2
Allan Norðberg 1
