Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.01.2026 18:01

Væleydnað tónleikaferð hjá bólkinum Gaia úr Gulu smiðju

Limirnir í Gaia eru: Andrias Iversen, Villiam H.Troest, Armgardt Vón Jónsdóttir, Sverri Kárason og Tóri L. Petersen. Hjalti B. Støylen hevur havt tey undir kønari hond, til samanspæl í Gulu smiðju

Tíðindaskriv/ Gula smiðja

Seinasta vikuskiftið luttók tónleikabólkurin Gaia úr Gulu smiðju á stórum tónleikafestivali fyri ung. Tað er meginfelagsskapurin fyri ungdómshús í danska ríkinum,  ”Ungdomsringen”, sum skipar fyri hesum á hvørjum ári. 

Festivalurin fór fram í Nordkraft, sum er ein gomul verksmiðja, ið plagdi at hava stóran leiklut í vinnulívinum í Aalborg, men sum fyri nøkrum árum síðani varð umvæld og í dag verður nýtt sum mentanardepil og til annað virksemi. Har vóru framførslur á 5 pallum í tveir dagar, umframt verkstovur, framsýningar og dansiframførslur á felagsøkjum. Á leið 150 bólkar úr ymiskum ungdómshúsum og eftirskúlum í Danmark luttóku, og so var ein bólkur úr Grønlandi og tveir úr Føroyum, Gaia úr Gulu smiðju og Myrkheim úr Margarinfabrikkini í Havn.

Gaia, sum er sprottin úr samanspælstímum í Gulu smiðju seinastu tvey árini, hevði tvær framførslur; eina fríggjakvøldið á næststørsta pallinum og eina leygardagin á størsta pallinum, Skråen. Í báðum førum vóru uml. 80-100 áskoðarar og tey vóru sera væl fagnaði. Framførslurnar gingu avbera væl, ikki minst tí nógv varð gjørt burturúr at hava fyrsta floks tøkni, bæði tá ljóð og ljós umráddi. Tey fimm í bólkinum fingu eisini høvi at hoyra nógvar konsertir og taka lut í verkstovum, tey fingu nógvan góðan íblástur við sær heim aftur. 

Tvey starvsfólk úr Gulu smiðju og eitt foreldraumboð vóru við á ferðini, sum var væl stuðlað av Runavíkar kommunu og Borg. Gula smiðja fekk eisini nakað av stuðuli frá Almanna- og mentamálaráðnum, úr puljuni til barna- og ungdómsarbeiði.

Seinna konsertin var á Skråen

Limirnir í Gaia eru: Andrias Iversen, Villiam H.Troest, Armgardt Vón Jónsdóttir, Sverri Kárason og Tóri L. Petersen. Hjalti B. Støylen hevur havt tey undir kønari hond, til samanspæl í Gulu smiðju. 

Spjaldur