Almanna- og heilsumálaráðið
1. januar 2026 tóku Danmark og Føroyar við formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Á arbeiðsmarknaðarøkinum verður burðardygt arbeiðslív í miðdeplinum.
Danmark og Føroyar fara at brúka formansskapin til at seta sjóneykuna á at styrkja tað norðurlendska arbeiðsmarknaðarmodellið og at menna felags norðurlendsku átøkini í móti arbeiðslívskriminaliteti og sosialari dumping.
Margit Stórá, landsstýriskvinna við arbeiðsmarknaðarmálum, sigur:
“Eg síggi fram til eitt spennandi ár, har vit fara í dýpdina við norðurlendska samstarvinum. Norðurlendska samstarvið hevur stóran týdning á so mongum økjum, og okkara felags norðurlendski arbeiðsmarknaður er einki undantak.”
Beskæftigelsesminister, Kaare Dybvad Bek, sigur:
“Vit skulu verja okkara sermerkta norðurlendska arbeiðsmarknaðarmodell, sum tryggjar okkum eitt trygt og sunt arbeiðsumhvørvi og rættvísa kapping. Norðurlondini kunnu savnast um eina røð av evnum, so sum okkara hátt at skipa arbeiðsmarknaðin og stríðið í móti sosialari dumping.”
Formansskapurin fer at arbeiða við, hvussu londini framtíðartryggja tað norðurlendska arbeiðsmarknaðarmodellið, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava stórt sjálvræði, og har støðugt samskifti er við til at styrkja modellið og undirtøkuni fyri tí. Hetta er serliga viðkomandi í eini tíð, har vit uppliva broytingar í arbeiðsmegini.
Harumframt fer formansskapurin at halda fram við norðurlendska samstarvinum at berjast móti arbeiðslívskriminaliteti og sosialari dumping. Skipaði viðurskifti og rættvís kapping skulu verða grundarlagið á norðurlendska arbeiðsmarknaðinum. Tað snýr seg um at tryggja rættvíst og frælst flytføri á norðurlendsku arbeiðsmarknaðunum gjøgnum skipaði lønar- og setanarviðurskifti, eisini fyri útlendska og útstationeraða arbeiðsmegi.
Danski beskæftigelsesministeren og landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum verða í ár vertir fyri árliga fundinum millum norðurlendsku arbeiðsmarknaðarráðharrarnar. Fundurin verður hildin 24.–25. november 2026 í Keypmannahavn.
Tú kanst lesa meira um donsku og føroysku formansskapsætlanina HER:
(Tíðindagreinin er frá Beskæftigelsesministeriet. Sí donsku greinina her: Danmark og Færøerne har overtaget formandskabet for Nordisk Ministerråd)
Les meira um Norðurlendska Ráðharraráðið HER:
