Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.01.2026 08:29

Gandakent í Oslo

Allan NORDBERG, Montenegro vs Faroe Islands, EHF Men's Euro 2026, Oslo - Baerum, Norway, 18.01.2026, Mandatory Credit © Anze Malovrh / kolektiff

Hondbóltssamband Føroya

Eitt søguligt kvøld í norska høvuðstaðnum, har Føroyar vundu burturúr Montenegro og vunnu heili 37-24, eftir at Føroyar vóru á odda 19-12 í hálvleikinum. Ongantíð fyrr er tílíkur rómur sæddur á føroysku áskoðaraplássunum.

Eitt rimmar avrik, har lið og áskoðarar gingu í eitt og fyrsti føroyski sigurin í einum endaspæli hjá manslandsliðnum er veruleiki. Føroyar settu seg á dystin frá byrjan og drógu so líðandi frá í fyrra hálvleiki. Sjey mál á muni í steðginum, 19-12, og tað øktiskt eisini spakuliga eftir steðgin. Liðið var hugsavnað um uppgávuna, verjan stóð væl, og saman við Paula Jacobsen tók hon heilt pippið frá montenegrinsku skjúttunum. Pauli var fantastiskur í dag og tók 43% av skotunum. Hann var kosin dagsin leikarin eftir dystin. Teis Horn, Vilhelm Poulsen, Pætur Mikkjalsson og Tróndur Mikkelsen stóðu sum klettar.

Føroyska álopið var væl stýrt av Eliasi á Skipagøtu, og var tað hartil serliga Óli Mittún, sum skein sum ein stjørna. Ferð eftir ferð smoygdi hann sær ígjøgnum montenegrinsku verjuni, og gjørdi hann heili 9 mál uppá 9 royndir. Okkara vóru eisini greiðir yvir at hvørt mál telur í bólkaspælinum, og hildu okkara á, og øktu til endaliga úrslitið 37-24. Eitt gott útgangsstøði undan seinasta umfarinum. Slovenia vann hin dystin í bólkinum í kvøld, 38-35 móti Sveis. Føroyar og Slovenia møtast týsdagin kl. 20.30.

Dystargongdin: 
5 min: 3-3
10 min: 8-5
15 min: 11-7
20 min: 15-10
25 min: 17-11
30 min: 19-12
35 min: 20-13
40 min: 23-14
45 min: 26-17
50 min: 28-19
55 min: 33-22
60 min: 37-24

Føroysku málskjúttarnir: 
Óli Mittún 9
Hákun West av Teigum 9 
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9 (4)
Leivur Mortensen 3
Teis Horn Rasmussen 3 
Ísak Vedelsbøl 2
Allan Norðberg 1 
Vilhelm Poulsen 1

Bjargingar: 
Pauli Jacobsen 16 bjargingar, 43%