Til samkomu umborð á Norrønu í dag vóru fleiri stuðlar og umboð frá Sjóvar kommunu samlaði.
Sirið Stenberg landsstýriskvinna bar fram røðu, Peter Bredsdorff-Larsen venjari segði nøkur orð og húsorkestrið umborð spældi fleiri løg.
HSF hevði skipað fyri eini hugnaligari løtu. Við smábitum og onkrum drekkandi.
Landsliðspælararnir komu eisini umborð at vitja og her fingu millum annað lokalu spælararnir frá StÍF møguleika at heilsa upp á stuðlar og kommunuumboð.
Á myndini síggjast Petur Jákupsson, Anna Berg Danielsen, Erland Berg Danielsen, Allan Norðberg, Kjartan Johansen, Bjarni í Selvindi, Hans Anders Jacobsen, Arthur Johansen, Kristjan Petursson.
