Nes kommuna
Mánakvøldið 12 januar skipaði Nes kommuna fyri borgarafundi um ferðavinnuætlanina. Fundurin var í nýggja og hugnaliga Undirhúsinum á Tofturm.
Fyri Nes kommunu hevur ferðavinnubólkurin í vetur gjørt neyðuga arbeiðið til tess at fáa eina so fullfíggjaða ferðavinnuætlan sum møguligt fyri Nes kommunu.
Í tilgongdini at gera arbeiðið hava verið nakrir hoyringsfundir, sum m.a. hevur umfatað innkalling av bóndum, ognarum og fólki, sum annars eru knýtt at ferðavinnutiltøkum í lokalsamfelagnum
Á borgarfundinum, har útvið hálvthundrað fólk vóru møtt, bjóðaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, vælkomin og greiddi frá arbeiðssetninginum, sum ferðavinnubólkurin hevur havt.
Síðan greiddi Óla Kristian á Torkilsheyggi, formaður í ferðavinnubólkinum, frá uppskotinum og segði eisini frá, hvussu ferðavinnan í kommununi nú er skipað m.a. við einum kunningardiski, sum er í Navia, og byggir á eina samstarvsavtalu millum Nes kommunu og Navia.
Síðan var høvi hjá borgarunum at taka orðið. Áhugin var stórur, nógv fólk tóku orðið, settu fram ymiskar spurningar og góvu viðkomandi hugskot til ein framtíðar ferðavinnupolitikk í Nes kommunu.
Í Nes kommunu kunnu vit fegnast um ein væl eydnaðan og gevandi fund. Stóra takk fyri góða uppmøting, stóran áhuga og góð hugskot.
Í vikuni er so ferðavinnuætlanin send til Vinnumálaráðið til góðkenningar.
Í ferðavinnubólkinum er:
Óla Kristian á Torkilsheyggi, formaður
Rannvá í Túni Petersen og
Elsa í Hjøllum.
Janus Jensen hevur verið skrivari í samband við hetta arbeiðið.
Nes kommuna ynskir at takka ferðavinnubólkinum og Janusi Jensen fyri dygdargott arbeiði. Eisini vilja vit takka bóndum, ognarum, ferðavinnuaktørum og annars øllum borgarum, sum á einhvønn hátt hava verið við í tilgongdini, fyri sera gott samstarv.
