Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.01.2026 22:01

Góðar skattainntøkur í Nes kommunu

Nes kommuna

Skattainntøkurnar hjá Nes kommunu vóru sera góðar í 2025.

Inntøkan frá kommunuskatti fyri 2025 var 76,5 mió. kr. samanborið við 67,8 mió. kr. í 2024. Skatturin er sostatt 8,7 mió. kr. ella 12,6 % hægri í 2025 samanborið við árið fyri.

Leggjast kann tó afturat, at ein teknisk orsøk til serliga góða úrslitið er, at reguleringin fyri gamlan skatt var sera vánalig í 2024 og væl betri í 2025. Um hugt verður eftir skatti uttan regulering, er vøksturin 6,8 mió. kr. ella 9,7 %, ið tó eisini er sera gott. Føroysku kommunurnar fingu í miðal 7,0 % skattavøkstur í 2025, so Nes kommuna lá væl omanfyri miðal í skattavøkstri.

Kommunan fekk 5,5 mió. kr. í felagsskatti í 2025. Hetta er met, og er munandi meira enn í 2024, tá felagsskatturin var 3,1 mió. kr. og í 2023, tá felagsskatturin var 1,6 mió. kr. Høvuðsorsøkin til góða felagsskattin er framgongdin í botnfiskiskapinum. Hetta er at fegnast um.

Harafturat fekk kommunan 16,5 mió. kr. í eftirlønarskatti í 2025, ið er 2,2 mió. kr. ella 15% meira enn í 2024. Ein orsøk til hetta – umframt góðu inntøkugongdina í samfelagnum yvirhøvur – er, at kravda eftirlønargjaldið hækkaði frá 10 til 11 prosent í 2025. Kravda eftirlønargjaldið verður 12 prosent í 2026 og fer ikki longur upp, so roknast kann við, at frameftir fer eftirlønargjaldið at fylgja lønargongdini.

Tilsamans fekk kommunan í 2025 101,3 mió. kr. í skatti tilsamans fyri øll sløg av skattum. Hetta er 13,3 mió. kr. ella 15,1 % meira enn í 2024, ið má sigast at vera sera gott.                   

Spjaldur