Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.01.2026 22:15

Víkingur funnið nýggjan høvuðsvenjara til kvinnurnar

Mynd: Víkingur

Víkingur skrivar:

Víkingur og Eilish McSorley hava gjørt eina tvey ára avtalu, sum inniber at Eilish skal venja okkara lið í meistaradeildini hjá kvinnum, sum deildin nú eitir. 

Eilish er 32 ár og er úr Skotlandi. Hon er fyrrverandi yrkisfótbóltsleikari og hevur m.a. spælt við Glasgow City, Sassuolo og Våsterås, og so hevur hon eisini umboðað skotska landsliðið. Eilish hevur eina bachelor í ítrótti og B-venjaraprógv. Hon hevur m.a. havt egið fótbóltsakademi, og verið venjari hjá FC Girvan U20 monnum. Hon er ikki heilt ókend í Føroyum, tí í fyrru helvt av 2025 var hon venjari hjá 07 Vestur kvinnum.

Vit eru sera spent og glað fyri at hava fingið avtalu í lag við Eilish, og gleða okkum til samstarvið. Eilish kemur til landið skjótt og gleðir seg at møta hópinum og Víkingum annars. 

Vit ivast ikki í, at hon eisini verður væl móttikin í Sarpugerði, har hon kemur at starvast fulla tíð.