Føroyar vunnu í kvøld seinna venjingardystin móti Italia við Tjarnir.
Úrslitið gjørdist 38-34 til føroyingarnar. Hálvleiksstøðan varð 18-17 til Føroyar.
Toppskjúttar hjá Føroyum vóru: Hákun West av Teigum og Leivur Mortensen við 7 mál hvør, og Ísak Vedelsbøl og Pauli Mittún við 5 málum hvør.
Myndir: Eysturoyarportalurin












































