Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.01.2026 21:46

Bárður Davidsen 10 ára starvsdag í Sunda kommunu

Mynd: Sunda kommuna

Sunda kommuna

Á hugnaligari samkomu í gjár varð Bárður Davidsen, arbeiðsformaður á ognareindini, heiðraður fyri 10 ára starvsdag hjá kommununi.

Altíð er hann fryntligur, fyrikomandi og nærlagdur, arbeiðsformaðurin á ognareindini, Bárður Davidsen. 

Í 10 ár hevur Bárður røkt starvið sum arbeiðsformaður og leitt ognareindina hjá Sunda kommunu. Hetta varð heiðrað á samkomu í gjár, tá ið arbeiðsfólk og tey nærmastu vóru til staðar. 

Sunda kommuna ynskir Bárði hjartaliga tillukku við runda starvsdegnum. Bárður er enn í bestu árum, og tí vóna vit at fáa gagn av Bárði í nógv ár framyvir. 

Spjaldur