Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.12.2025 09:56

Tey rógva eisini á jólum

Mynd: Eyp.fo

Íðkarirnir hjá Kappróðrarfelagnum Tindi vóru tíðliga á fótum í morgun, sjálvan jólaaftan.

Longu klokkan 09.00 varð byrjað at venja. Á skránni vóru 24 km fyri hvønn rógvarar.

Tað er, og hevur verði góð uppmøtingini til hetta, og fleiri hava róð “jólakalendarin”, sum byrjaði 1. desember har tað varð róð 1 km, og so nú í dag, har róð varð 24 km, sigur John Høgnesen, formaður í felagnum.

Og sum er, er mangul uppá rógvumaskinur, men hetta verður betur í komandi árinum, í nýggja kappróðaraneystinum, nú tað verður gjørt liðugt á kaiiøkinum í Norðragøtu, sigur formðaurin at enda.