Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.12.2025 22:34

Svimjifelagið NEPTUN

Frá vinstru: Rodmundur Neilsen, Eyðun Joensen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jens Mortan Rasmussen, Martin Venned, Jákup Øssurson Mohr. Dánjal H vestergaard væntar á myndini. (Mynd: Neptun)

Tíðindaskriv

Nývalda nevndin í svimjifelagnum Neptun setir nú kós inn í framtíðina við góðum royndum svimjarum og góðum kreftum. Tað er við stórum spenningi og góðum vónum, nú nýggja svimjihøllin í Runavík letur upp fyri almennari svimjing eftir ársskiftið 2025/26.

Ætlanin er, at endurstovnaða felagið NEPTUN, stovnað á Glyvrum í 1964, skal vera eitt svimjifelag, sum savnar breiddina frá ungdómum til veteranar og elituna, sum tey næstu árini skal vera á heiðursmerkja- og vinnarakós – til frama fyri svimjiítróttina í Føroyum og heilsuna hjá tí einstaka.

Eisini er ætlanin at seta eitt venjaratoymi, sum fer til verka fyrst í næsta ári. Nevndin fyrireikar á øllum mótum í løtuni. Alt hetta fara vit at frætta meiri um fyrst í 2026

Eisini fegnast vit um, at vit hava tryggar og stórtiknar stuðlar, sum longu hava játtað felagnum stuðul í 2026 og í 2027. Hetta fyri at tryggja framlítandi virksemi hjá Neptun. Nevndin er sera fegin um ta ovurhonds vælvild sýnd er felagnum, nú nýggj kós er sett fyri Neptun. Virkað verður í løtuni við ætlanini at fáa felagnum ein  høvuðsstuðul.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Rodmundur Nielsen, formaður

Dánjal Hohloch Vestergaard, næstformaður

Jonnhild Reynholdsdóttir, peningarøkil                             

Eyðun Jensen, ritari

Martin Venned, nevndarlimur

Jákup Øssurson Mohr, eykanevndarlimur

Jens Mortan Rasmussen, eykanevndarlimur

Við ynski um gott samstarv við øll, ið varða av svimjing í Føroyum .

Spjaldur