Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.12.2025 18:08

Róðrarhetjur heiðraðar í Kolshøll

Mynd: Eiðis kommuna

Eiðis kommuna

Sunnudagin 14. desember vóru nógv fólk savnaði í Kolshøll fyri at heiðra ungu rógvarunum Eyðbjørg Eidesgaard, Sirið Mørkøre og Victoriu Høghamar fyri avrik teirra til British Rowing Indoor Championship (BRIC) í Birmingham, ið er størsta innandurða rógvikapping heimsins, bæði í luttakaratalið og virðing. Tilsamans vunnu tær tríggjar 14 heiðursmerki. (Sirð vann 3 bronsur og 2 gull, Victoria vann tvær av hvørjum og Eyðbjørg vann 2 silvur og 1. gull.)

Guðrun Ejdesgaard, forkvinna í Eiðis Róðrarfelag, og  Jógvan í Skorini, borgarstjóri, søgdu nøkur orð og handaðu gentunum blómutyssi. Úr Eiðis róðrarfelag siga tey seg vera sera errin av rógvarunum og við hesum ynskir Eiðis kommuna teimum trimum og Eiðis róðrarfelag hjartaliga til lukku við flotta avrikinum.