Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.12.2025 16:47

Narvi og Hans Petur vórðu heiðraðir

Nes kommuna

Herfyri samtykti býráðið at heiðra einstaklingar úr Nes kommunu, sum vinna gull í Norðurlendskum ella altjóða kappingum.

Í vikuni bjóðaði býráðið Narva E. B. Jensen og Hans Petur Højgaard á kommunuskrivstovuna at taka ímóti heiðursprógvi og gávu.

Narvi E. B. Jensen vann gull í compound í Norðurlensku meistarakappingini í bogaskjóting fyri U16, sum var í Svøríki í juli 2025.

Hans Petur Højgaard vann gull í recurve bogaskjóting á Oyggjaleikunum, sum vóru á Orknoyggjum í juli 2025. 

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, ynskti teimum hjartaliga tillukku og alt tað besta í komandi kappingum, sum standa fyri framman.

Spjaldur