Sunnukvøldið 21.12 kl.19 endar virksemið í Gulu smiðju fyri í ár, við eini hugnaligari konsert við Guðrið Hansdóttur og Heiðriki av Heygum. Tey fara at spæla egið tilfar, umframt onkur jólaløg.
Handlar og matstovur í Runavík hava opið sunnudagin, so tað er lagamanni at avgreiða onkur jólaørindi á veg í konsert!
Atgongumerki á 100 kr fáast við dyrnar, ung undir 18 sleppa ókeypis.
Økistónar stuðla konsertini.
