Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.12.2025 23:25

Kappróðrarfelagið NSÍ fingið nýggjan høvuðsvenjara

Mynd: Kappróðrarfelagið NSÍ

Kappróðrarfelagið NSÍ boðar frá, at felagið hevur funnið nýggjan høvuðsvenjara til komandi kappingarár.

Felagið skrivar soleiðis:

Kappróðrarfelagið NSÍ eru sera fegin um at kunna boða frá, at vit hava gjørt avtalu við Svein Rógva Nielsen Ljósstein, sum verður høvuðsvenjari hjá felagnum komandi kappróðrar ár.

Nevndin hevur í longri tíð arbeitt við at styrkja karmarnar rundan um felagið og sett sær fyri at fáa ein venjara, ið kann lyfta okkara manningar til eitt hægri stig. 

Nevndin hevur nevndin leitað eftir einum venjara, ið kemur úti frá og kann geva felagnum nýggj eygu og nýggja orku.

Í Svein Rógva hava vit rakt plett! Hann kemur við drúgvum royndum við meira enn 36 árum í kappróðri og einum brennandi áhuga fyri ítrótti og kappróðri, og vit gleða okkum til at arbeiða saman um at menna felagið og skapa karmar fyri framgongd.

Hann kemur at broyta stagneraðar rutinur og seta nýggj krøv – nakað vit eru sera spent uppá.
Vit eru klár uppá avbjóðingina!

Vælkomin umborð, Svein Rógvi!

Svein Rógvi er klárur til avbjóðingina og segði ímillum annað : 
“Ongantíð betri um tey ongantíð hava hildi eini ár..”
So hevur tú ein innara rógvara, so er tíðin nú!

Seinasta ár var eitt stórt stig framá fyri felagið. Vit eydnaðust at manna heili 10 manningar, og tað hevði ikki verið møguligt uttan tað stóra arbeiðið, sum okkara næstformaður Jógvan og hansara toymi átóku sær. Vit vilja takka honum hjartaliga fyri hansara íkast og orku, sum hevur lagt grundarlagið fyri tað, vit nú byggja víðari á.

Við róðrarkvøðu,
Nevndin