Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.12.2025 16:28

Jólamennirnir gera enn eina roynd við jólaskipinum sunnudagin

Visit Runavík

Veðurlíkindini síggja nú frægari út, og skiparin og manningin hava nú boðað frá, at enn ein roynd verður gjørd at vitja við jólaskipinum í Runavík. Jólaskipið leggur at við bátahylin í Runavík sunnudagin 21. desember kl. 16:30.

Saman við jólamonnunum gongur leiðin frá havnalagnum niðan til grøna økið við Løkin. Ein pallur er uppsettur nærindis, har jólamennirnir og nissugenturnar fara at framføra. Umframt kakao og bollar bjóða jólamenninir eisini okkurt gott til børnini.

Í samband við at jólaskipið vitjar, verður eingin gjøgnumkoyring har Gulasteinsvegur og Fjøruvegur møtast og eftir Mylnuvegnum frá Heiðavegnum frá kl. 16:15-16:45 sunnudagin 21. desember.

Flestu handlar í økinum hava opið til kl. 20.00.

Øll eru hjartaliga vælkomin.