Hósdagin 18. desember verður eitt hugnaligt jólatiltak í Syðrugøtu ætlað bæði børnum og vaksnum.
Endamálið við tiltakinum er at savna bygdafólkið, og at geva børnunum eitt gott jólaminni í Syðrugøtu.
Skráin byrjar klokkan 18:00 við suppu. Vit hoyra søgu, syngja saman, og fáa ein góðan drekkamunn.
Til síðst fara vit eina spennandi kanningarferð – gott um børnini taka lummalykt við.![]()
Vit síggjast við Júksnará – við brúnna.
Tiltakið er ókeypis.

