Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.12.2025 09:08

Tunghoyrt á G! 2026

G! festival

Nýggja rokkfyribrygdi í Föroyum eitur Tunghoyrt.

Bólkurin var fyrstur at framföra á útselda G! festivalinum í 2025, og helst ongantíð áður hava so nógv fólk verið á spæliplássinum longu kl. 17 ein hósdag á G!. Hettar boðar frá, at bólkurin, sum er mannaður við fýra nítjan ára gomlum, longu er vorðin sera væl umtóktur. Og tað er einki at siga til, tí hettar er ein orkubumba, sum vil nakað: Trummur og bassur halda stevinum væl, ímeðan gittarin leitar fram ljóð, tú sjálvdan hevur hoyrt áður, og fremstur er garrvillur, stuttligur og fangandi sangari. Hettar er alt tú kanst ynskja tær frá einum rokkbólki, og eitt livandi prógv um at rokkurin als ikki er deyður, sum annars hevur verið at hoyrt av og á seinastu árini. Teir hava júst latið úr hondum tvey staklög frá síni komandi fyrstu útgávu. 

Vit gleða okkum at fylgja bólkinum Tunghoyrt og at hoyra hann aftur á G! í 2026, sum verður dagarnar 16.–18. juli komandi summar.

Spjaldur