Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.12.2025 12:33

Jólamenninir eru veðurfastir

Visit Runavík

Vegna veður er jólaskipið, sum skuldi koma inn á Runavík í morgin, leygardagin 13. desember kl. 16.30, avlýst. Jólamenninir hava sent okkum eina heilsan um, at hóast veðrið er ringt, so hava teir tað gott. 

Jólamenninir hava nógv at gera, men teir vóna, at teir skjótt sleppa at vitja við jólaskipinum í Runavík.

Vit fylgja veðurvánunum komandi dagarnar og lata frætta, tá jólaskipið kann leggja at við bátahylin í Runavík.