Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.12.2025 09:49

Jól í Gulu smiðju – dupultkonsert við Sophiliu og Ester Skála

Leygarkvøldið 20. desember verður konsert við tveimum sangarindum í Gulu smiðju.

Leygarkvøldið 20.12 verður konsert við tveimum sangarindum í Gulu smiðju. Fyrst hoyra vit Sophiliu, eitt spildurnýtt navn, sum herfyri veruliga gjørdi vart við seg á konsertunum á Jól við Løkin. Sophilia hevur gittaristin Treysta Holm við sær.


Ester Skála hevur verið nógv at hoyrt við vældámdu løgunum Unicorn, Mellow Cat og Blue Eyes. Vit kunnu eisini gleða okkum til nøkur jólaløg, sum Ester sjálv hevur skrivað.


Handlarnir í Runavík hava opið til kl 20 hetta kvøldið, so tað liggur væl fyri at støkka inn á gólvið í Gulu smiðju, um tú ert úti og keypir jólagávur, og vilt bukka beinini eina løtu við góðum tónleiki.

Um onkur ynskir sær eini ljósareyð jól, so er litríka LP plátan hjá Ester eitt gott jólagávuhugskot og kann keypast aftaná konsertina.

Atgongumerki á 100 kr fáast við dyrnar, ung undir 18 sleppa inn ókeypis.

Økistónar stuðla konsertini.