Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.12.2025 11:25

Endaðu nr. 17 í HM

Serbia vs Faroe Islands, IHF Women’s World Championship 2025, Dortmund, Germany, 04.12.2025, Mandatory Credit © Jure Erzen / kolektiff

Hondbóltssamband Føroya

HM-endaspælið er av fyri Føroyar, og er tað greitt, at kvinnulandsliðið endar sum nummar 17 av teimum 32 luttakandi londunum.

Føroyar vunnu seg, sum kunnugt, víðari úr innleiðandi umfarinum til meginumfarið, har okkara endaðu sum nummar 5 av 6 í bólkinum. Føroyar vóru tó besti 5´arin í teimum 4 bólkunum í meginumfarinum og rakk tað sostatt til eitt 17. pláss. Samanlagt vunnu Føroyar tveir dystir, spældu ein javnan og taptu tríggjar í kappingini.

Innleiðandi umfar:
Montenegro – Føroyar 32-27
Spania – Føroyar 25-27
Føroyar – Paraguei 36-25

Meginumfar:
Týskland – Føroyar 36-26
Serbia – Føroyar 31-31
Føroyar – Íslandi 30-33