G! festival
Vit kunngera í dag eitt hitt mest spennandi navnið á G! nakrantíð. Talan er um amerikanska Fantastic Negrito.
Gjögnumbrotið kom í 2015, tá ið hann vann fyrstu NPR Tiny Desk kappingina. Síðan tá hevur hann vunnið ikki færri enn tríggjar Grammy-virðislönir fyri pláturnar The Last Days of Oakland, Please Don’t Be Dead og Have You Lost Your Mind Yet?.
Sögan um Fantastic Negrito er sum hin um fuglin Föniks. Rokaligur unglingi og ein hörð lagna við döprum útlitum. Ein tónleikari, sum hevur staðið á götuni og sungið fyri nökur oyru í hattin, og higani hevur megnað at lyfta seg upp á hægstu tónleikaligu tindar.
Ein fullkomiliga gjögnumfördur framförari og sangari av eini aðrari verð, so at siga. Ein maður sum tekur amerikanska upprunatónleikin inn í nýggju öldina.
Komandi summar fer hann at framföra á Götusandi, tá ið G! fer av bakkastokki 16.-18. juli 2026.
