Í ár hevur B24y á Miðnámi á Kambsdali sett sær fyri at skapa jólahugna – ikki bara fyri seg sjálvi, men eisini fyri onnur.
Tey fara kring landið síðstu vikuna fyri jól at vitja ellis- og røktarheim, syngja føroyskar jólasangir, lesa eina jólasøgu og bjóða búfólki og gestum heimabakaðar smákøkur.
Nógv kenna ivaleyst til stuðulsrenning, men hesa ferð er talan um stuðulssynging, har tú kanst hjálpa flokkinum at savna inn til námsferðina. Samstundis stuðlar tú einum góðum endamáli – at ung og eldri hittast til gleði, sang og jólahugna.
** Hevur tú hug at stuðla, so kanst tú flyta eina upphædd á her: 9181 – 6110349 (Viðmerking: Jólaløtan) **

Við jólakvøðu
B24y
