Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.12.2025 18:08

Syngja jólini inn í Skálafirði

Keldan í Skálafirði

Nú jólaperur tendrast um alt landið, og hugnin breiðir seg, minnir tað okkum á jólasang og felagsskap.

Í Kelduni verða jólini aftur í ár sungin inn – eins og tey hava verið seinastu tvey áratíggjuni.

Sangurin rungar um alt húsið, og nógv eru tey, ið plaga at leita sær í Kelduna hetta kvøldið.

Á skránni er nógvur felagssangur og fýra framførslur. “Vit sygnja jólini inn” verður 23. desembur kl. 21.00, og Keldan letur frætta, at øll eru vælkomin at vera við.

Aftan á verður kaféterian opin, og Keldan bjóðar øllum heitar eplaskivur, karamellur og mandarinir.

Ein innsavnan verður – peningurin fer óskerdur til vælgerandi endamál.

Øll, ið vilja, kunnu lata til tað.

Spjaldur