Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.12.2025 18:04

Bryggjan í miðbýnum

Mynd: Runavíkar kommuna

Runavíkar kommuna

Í 2018 tók Runavíkar kommuna stig til at fáa eina ætlan framda í verki, um hvussu ein miðbýur kundi taka seg út í økinum í miðsavningini eystanfyri við Skálafjørðin. Hetta var um tað mundið, táið kommunan og landsstýrið samráddust um Fjøruvegin. Tann loysnin, um Fjøruvegin, fekk fulla undirtøku á Føroya løgtingi og liggur harvið í lóg. Tað er týdningarmikið at hava framtíðarsjónir um hvussu ein býur kann fara at taka seg fram og at menna seg, – tað er býarplanurin frá 1960 besta dømi um.

Miðbýarætlanin er framlítandi, og ongin roknar við, at hon er komin at endamørkum eftir einum, tveimum ella fleiri valskeiðum. Kortini síggja vit longu nú konturarnar av onkrum sum ætlað varð. Niels Mortensen og onnur hava nú fleiri krambúðir og matstað í hølunum, har ið Timburhandilin áður húsaðist, og í løtuni er Jóan Petur Vang komin nakað áleiðis við fyrstu lonini við íbúðum sunnanvert í bátahylinum Í Runavík.

Táið kommunan samráddist við JPV um íbúðarbyggingina, var økið frammanfyri íbúðirnar ein partur. Nú er teknað og boðið út, og í vikuni skrivaðu Andrias Lamhauge, fyri RTS Contractors, og borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, undir sáttmála um at fremja verkætlanina í verki. Bátabrúgvarnar eru keyptar, og sniðið á bryggjuni líkist teimum, sum vit kenna úr bátahyljum á Glyvrum, Skála og í Skálafirði.