Mentanargrunnur Landsins
Til fjórða stuðulsumfarið í ár, Filmur IV. 2025, hevur nevndin í Mentanargrunni Landsins tikið avgerð um at veita hesum 9 filmsverkætlanunum stuðul:

10 umsóknir komu inn til hetta fjórða stuðulsumfarið, sum søktu um tilsamans góðar 1,3 mió. kr.
Stuðulsupphæddin, ið lutað verður út í hesum umfarinum, er góðar 1,2 mió. kr.
Endamálið við stuðulsjáttanini er at framleiða og menna føroyskan film við denti á fiktiónsfilm, heimildarfilm og listafilm.
Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m., sum er broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2014, løgtingslóg nr. 34 frá 30. apríl 2015 og kunngerð nr. 3 frá 6. januar 2025.
Sum kunngerðin ásetur, hevur grunnurin sett tveir filmsráðgevar at meta um og gera tilmæli til grunnin.
Avgerðin hjá nevndini um hvør fær stuðul til film, er bygd á tilmæli frá ráðgevunum.
Samlaða filmsjáttanin fyri 2025 eru 4,6 mió. kr. Stuðul til film verður veittur fýra ferðir árliga.
