Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.12.2025 09:46

Stórt og vakurt fýrverkarí í gjárskvøldið (myndir & video)

Tað varð boðað frá frammanundan, at stórt fýrverkaríshow skuldi verða á gomlu ferjuleguni í Leirvík, í gjárskvøldið. Ætlanin varð, at tað skuldi skjótast umleið kl. 20-20.30. Men mongum brestur ætlan.

Ikki fyri enn klokkan nærkaðist 22.00 bleiv skotið. Og tað bæði sást og hoyrdist um alla Leirvíkina.

Hetta var ein liður í at kunnað og útbúgva føroyingar í at skjóta stórt og vandamikið fýrverkarí.

Ætlanin varð at skjóta fríggjakvøldið (í kvøld), men av tí at veðurforsøgnin segði nógvan vind, var hetta framskunda.

Fyrireikarirnir upplýsa fyri Eysturoyarportalinum, at hildið verður fram við undirvísingini og tískil verður meira fýrverk skotið í vikuskiftinum.

Tað eru danir sum eru komnir til Føroyar at undirvísa føroyingum, føroyingum úr øllum landinum, hvussu tílíkt vandamikið og stórt fýrverk skal handfarast rætt og trygt.

Tað er felagið Sjóvartún sum skipar fyri undirvísingini.

Video: Eyp.fo

Myndir: Eysturoyarportalurin