Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.12.2025 08:09

Tungt týskt trýst

Germany vs Faroe Islands, IHF Women’s World Championship 2025, Dortmund, Germany, 02.12.2025, Mandatory Credit © Jure Erzen / kolektiff

Hondbóltssamband Føroya

Hóast munurin saktans kundi verið minni um okkara høvdu verið neyvari, so megnaðu Føroyar ikki at standa móti tunga týska trýstinum yvir 60 minuttir. Føroyar taptu 36-26, eftir 20-14 í hálvleikinum.

Føroyar byrjaðu dystin væl og skiftust liðini um at hava leiðsluna fyrstu 15 minuttirnar. Føroyska verjan stóð sum heild væl, men bleiv so líðandi tyngri at skapa málmøguleikar í álopinum. Okkara gjørdu ov nógvar tekniskar villur í løtum og blivu ov nógv skot brend. Týskland gjørdi sær dælt av hesum og fingu fleiri skjót, løtt mál, og vunnu sær eina størri leiðslu. Liðini fóru til hálvleiks við Týsklandi frammanfyri 20-14.

Føroyar byrjaðu væl í seinna hálvleiki og minkaðu um munin niður í 4 mál. Møguleiki var fyri at minka enn meira, men útvísingar og óhepni í skotunum gjørdi, at Týskland aftur økti. Tað gjørdist so líðandi greitt, at Føroyar ikki fóru at vinna dystin og ráddi seinastu 20 minuttirnar um, at fordeila orkuna og at fáa fleiri leikarar í spæl. Hetta hepnaðist væl og vaks leiðslan ikki merkisvert. Týskland vann tó greitt 36-26 frammanfyri 7122 áskoðarum í Westfalen Halle í Dortmund.

Hjá Føroyum var Súna Krossteig Hansen kosin besti leikari av føroysku áskoðarum á sona appini.
Næsti dystur hjá Føroyum verður hósdagin kl. 14.30, føroyska tíð, móti Serbia, sum vunnu 31-29 móti Spania í dag.

Føroyskir málskjúttar:
Pernille Brandenborg 5 (2)
Rannvá Olsen 4
Jana Mittún 4
Bjarta Johansen 3
Marita Mortensen 3
Súna Krossteig Hansen 2
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1
Maria Halsdóttir Weyhe 1
Karin Egholm

Dystargongdin:
5 min: 2-2
10 min: 5-5
15 min: 8-7
20 min: 14-10
25 min: 17-11
30 min: 20-14
35 min: 21-16
40 min: 25-17
45 min: 27-18
50 min: 28-20
55 min: 32-23
60 min: 36-26