Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.12.2025 12:35

Fyrrverandi NSÍ-ari funnið nýtt felag uttanlands

Fabian Ness hevur júst skorað móti HJK Helsinki (Eysturoyarportalurin)

Norski vinstribakkurin Fabian Østigård Ness, sum hetta kappingarárið sum júst er av leikti við NSÍ, hevur funnið sær eitt nýtt felag uttanlands.

Hann gjørdi fyri nøkrum døgum síðani ein 2 ára sáttmála við finska felagið FF Jaro, sum spælir í bestu deildini í Finnlandi.

Fabian Ness leikti 37 dystir í Betri deildini fyri NSÍ og B36. Umframt at hann leikti 4 Conference League dystir fyri somu feløg.