Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.12.2025 08:17

Veðrið: Týsdagin 2. desember

Veðurstova Føroya

Morgunveðrið – t.e. forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.

Lítið lot av landnyrðingi og eystri, minni enn 5 m/s, smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Í kvøld veksandi upp í lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, og í nátt upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Fram ímóti middegi í morgin minkar hann niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hitin 2 til 7 stig.

Sólarris: 09:21 Sólsetur: 15:10