Runavíkar kommuna
Røða, sum Jóannes Djurhuus helt, tá jólatræið varð tendrað í Søldarfirði 30. november:
Vælkomin at vera vit til løtuna, tá Jólatræðið verður tendra her á staðnum.
Nú kennist at jólini nærkast. Stórafjall og Støðlafjall standa kavaklødd yvir bygdini. Ljósketur og annað pynt, eru við til at minna okkum á, at nú nærkast ein gleðis tíð.
Sjálvur havi eg, sum óviti, ikki hildið jól í Sølarfirði, men eg havi hoyrt, at fyrr, var tað eitt stórt upplivilsi at sleppa til Søldafjarðar, at keypa jólagávur.
Í Søldarfirði var ein sjálvtøku handil – eitt super marked – har fekk man alt. Mat, klæðir, trillubørir…, ja kundi nakað meira vera til.
At vitja har var eitt afturvendandi tiltak, sum børn gleddi seg til.
Nakað sum “Same procedure as last year”
Fólk finna ofta frægd í at vita, hvat tey vitjandi halda um, t.d. Føroyar ella tína heimbygd.
Meg minnis sum óviti, at vit skuldi vitjaði ommununa í Søldarfirði.
Ferðin byrjaði suðuri á Nesi, norður til Tvøroyrar, so við Smyrli, fýra tímar til Havnar; seinni um dagin við Trónda inn á Høgaból. Vit vóru ov nógv til ein taxabil, og eg og ein systur skuldu við einum bussi víðari, sum ein reyðhærdur lambamaður koyrdi (hann er her í dag, men hárið er hvítna). Hann steðgaði okrastaði, peikaði niðan á eini hús, og segði at har býr omma tykkara (hann tosaði líka snedit sum pappa).
Í Søldarfirði, var spennandi tað sigi eg bara: Tað vóru ber í haganum, eitt stórt fjall, og nógv stór trøð, og ikki minst her hevði verið kríggj, flúgvarar, krígssskip og kanónir; alt so spennandi. Og so var eg í familju við øll.
Men hinvegin: Tey tosaði barastaðni so snedit, ótu sild við nógvum beinum í; og so var tað eingin møl ella fjørða at spæla í. Nei har fór eg ongantíð at búgva.
Og nú! Nú havi eg siti úti í Byrgi í 35 ár; tosi næstan snedit, eti sild við beinum í; men eg sleppi ikki longur at spæla, sum eg vil.
Alt meg kann minnast hevur søgan, søgd um Søldarfjørð, verið sera døpur. Vit kenna tað søguna, sum er so ofta søgd.
Samstundis verður ein søga søgd um fólk við stórum hjarta, góð fólk, sterk fólk, fólk – sum vit eru stolt av. Samanhaldið lýsur enn eftirkomararnar av hesum fólkum.
Til gerandis møttust fólk fyrr í tíðini á fiskastykkinum, í Handlinum niðri á Sandi ella á Kafeiðnum. Í dag kunnu vit møtast hvønn onsdag í Elim; ella rætta Dánjali, eina hjálpandi hond í Bønhúsinum. Størsta foringin er, at tíðin røkkur ikki til.
Nú er eingin handil í Søldarfirði, har vit kunnu møtast, men júst nú eru vit stødd á okkara hugnaliga spæliplássi, sum fólk her á staðnum hava verið saman um at byggja, mála og viðlíkahalda.
Spæliplássið er víða kent í Føroyum og fólk koma ymsa staðni frá við børnunum at spæla her. Sjálvt úr stórbýnum. Trøini rundanum vísa, at fólkini her – standa saman, og kunnu taka tøk í felag, tá okkurt skal gerast.
Tá jólaaftan nærkast, kann verða ringt at finna røttu gávuna, til tey sum longu eiga nógv frammanundan. Men ikki stressa ella stúra, jólini koma allíkaval, bæði uttan í frá og innan í frá. Góð jól koma frá hjartanum og eru í hjartanum; at finna gleiðina við at geva og at taka ímóti, at vitja, at vera saman.
Í hesum tíðum, har tøknin púra tekur yvir fríløtur í gerandisdegnum – hugsi um farðtelefoninr, teldur og sjónvarp – skal mín áheitan á tykkum vera, at brúka jólatíðina til, at vitja hvønn annan, gamlir kenningar og skilfólk; um so tað bara er tann stutta føroyska visittin.
Ein stutt søga er um, Óla, lærara í Søldarfirði, sum var vanur at fara inn til Garða-Jáku og Lisu at fáa sær ein drekkamun.
Men ein dagin var Salomon Joensen prestur, og examineraði børnini í skúlanum, so tað tók longri tíð enn vænta.
Garða-Jáku (sum var heldur bersøgin) ótolnaðist, tók stav í hond og fór at vita um nakað var áfatt. Komin hálva leið møtir hann lærara og presti. Óli lærarin helt fyri við Garða-Jáku: “Tú sært at eg eri í góðum hondum, hjá presti”. Tá letur í Garða-Jáku: “Tað veit eg ikki, um tað er nøkur trygd, vit vita, at presturin fór framvið manninum, sum var fallin í ránsmannahendur.”
So fóru teir allir tríggir inn til Lisu, at fáa sær kaffi, og ikki minst eitt gott prát.
Og hetta fór fram helst áðrenn 1956 tá nýggjur skúli kom.
Nei! Tann góða løtan steðgar ikki við at trýsta á Escape, hon heldur fram í minninum – leingi, rættuliga leingi.
Eg fari at ynskja tykkum eini jól, sum verða brúkt til at skapa gleði, hjá øðrum, og ikki minst í egnum barmi. Vitji hvønn annan.
Og ikki minst, tak eina løtu burtur úr jólaresinum, og hugsa um hvønn tú hátíðarheldur. Hann er – eftir orðum hjá Mariu á Langanesi:
Ein viti – ein varði – ein skjøldur.
Takk fyri
