Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.11.2025 15:02

Strandferðslan økir um túratalið á leið 401 millum Klaksvík og Tórshavn

Mynd: SSL

Strandfaraskip Landsins

Nú verður tað enn lættari at ferðast við bygdaleiðum millum Klaksvík og Tórshavn – og til og frá flogvøllinum.

Frá mánadegnum 1. desember verður túratalið á leið 401 økt gerandisdagar, við tveimum eyka tur/retur túrum. 

Umframt at túratalið er økt, verður eisini beinleiðis samband millum leið 401 og leið 300, ið koyrir millum Tórshavn og flogvøllin/Sørvág, soleiðis at tað verður enn lættari at sleppa til og frá flogvøllinum við bussi, til og úr Klaksvík.

Dagførda ferðaætlanin fyri leið 401 er fyribils galdandi fram til 1. mai 2026.

Sí nýggju ferðaætlanina her: