Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.11.2025 10:33

Jólatrøini verða tendrað í Runavíkar kommunu

Runavíkar kommuna

Runavíkar kommuna hevur seinastu nógvu árini arbeitt við og stuðlað undir at fáa jólahugnan sjónligan í økinum. Hvørt ár verða jólatrøini tendrað umleið fýra vikur undan jólum, og hetta verður millum annað hátíðarhildið við tónleiki og røðum. Í ár tendra jólatrøini 29. og 30. november. Brandbilurin við jólamonnunum vitjar eisini, og Nes Sóknar Musikkfelag fer at framføra til tiltøkini.

Í ár sær skráin soleiðis út:

Leygardagin 29. november 2025

13:30 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Oyndarfirði. Annfríð Hansen heldur røðu.

16:00 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Saltangará (Gula Smiðja). Bill Justinussen heldur røðu.

18:00 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar á Skála. Magni Højgaard heldur røðu.

19:00 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Skálafirði. Jógvan Andersen heldur røðu.

Sunnudagin 30. november 2025

13:30 Brandbilurin vitjar í Rituvík.

14:00 Brandbilurin vitjar í Lamba.

14:30 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Søldafirði. Jóannes Djurhuus heldur røðu.

15:15 Brandbilurin vitjar á Skipanesi.

16:15 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Funningsfirði. Sylverius Jacobsen heldur røðu.

17:00 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Elduvík. Óli Marnar Christiansen heldur røðu.

18:00 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Funningi. Jóhannes Johannesen heldur røðu.

19:15 Jólatræið og jólabygdin verða tendrað og brandbilurin vitjar í Æðuvík.