Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.11.2025 15:34

Børn handað 40 hoyringarsvar

Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið

ynd; Barna- og útbúgvingarmálaráðiðBarna- og útbúgvingarmálaráðið

Á altjóða barnarættindadegnum, 20. november 2025, handaðu næmingar úr fólkaskúlum kring landið hoyringarsvar um barnalógina á tiltaki í Norðurlandahúsinum. Umleið 170 børn hava verið við til at skriva hesi hoyringarsvar, og umboða tey næmingaráð og móttøkuflokkar úr 19 skúlum umframt 3 barnaverndarstovnum.

Næmingaráðini hava viðgjørt eitt barnatillagað uppskot til barnalóg í nakrar vikur út frá tilfari, sum barnaverkætlanin hevur framleitt til endamálið. Næmingarnir greiddu  sjálvir frá tilgongdini, og hvussu tey í skúlunum hava arbeitt við uppskotinum til barnalógina.

børnini komu við greiðum boðskapi til betranir av barnalógini og við einum týðandi boðskapi til øll okkum vaksnu, um, at tey vóna at vit megna at íverkseta barnalógina, men at tey ivast um vit vilja tað nóg nógv og um vit veruliga duga at arbeiða betri saman.
Út frá innkomnu hoyringarsvarum framgongur, at fleiri børn leggja dent á týdningin at verða hoyrd og at fáa svar aftur. Sum heild eru børnini glað fyri uppskotið til barnalógina, og meta, at hon hevur góðar loysnir til avbjóðingar, sum børnini sjálv hava víst á fyrr í tilgongdini. 


Tað vóru sitandi og komandi landsstýrisfólk í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen og Súsanna Bertholdsen, sum tóku ímóti hoyringarskrivunum. Súsanna Bertholdsen, sum tekur við landsstýrissessinum 1. desember, takkaði fráfarandi landsstýrismanni fyri hansara ídni og fyri at vera ímyndin av arbeiðinum við barnaverkætlanini.

Bæði takkaðu tey børnunum fyri teirra stóra íkast til komandi barnalógina, sum arbeitt verður við. Hetta er fyrstu ferð, at børn sjálv eru hoyrd í sambandi við lógarsmíð í Føroyum.  Barnalógin verður ætlandi løgd fyri Løgtingið seinni í hesi tingsetuni, men hon verður send til almenna hoyring áðrenn. 

Røðan hjá Djóna N. Joensen kann lesast her


Røðan hjá Súsonnu Bertholdsen kann lesast her:

Røða – Næmingaráð handa hoyringarsvar til uppskotið til barnalóg

Góðu børn og ung, góðu lærarar, vegleiðarar, gestir – og góði Djóni.

Tað er bæði ein heiður og ein gleði at standa her í dag, saman við tykum – og saman við Djóna Nolsøe Joensen, sum hevur verið drívmegin og røddin aftan fyri Barnaverkætlanina.

Djóni, tú hevur verið ímyndin av hesum arbeiðinum, og jeg vil fegin takka tær hjartaliga fyri – bæði sum landsstýrismaður og sum samstarvsfelagi í eigarabólkinum. Takk fyri títt dirvi og tín eldhuga.

Jeg vil eisini takka tykum – børn og ung – fyri tykra týdningarmikla íkast. Tað, sum júst hendi her – at tykur sjálvi handaðu tykra hoyringarsvar til uppskotið til fyrstu føroysku barnalógina – er søguligt. Tað er ikki bara ein vakur tanki um barnarættindi. Hetta er fólkaræði í verki.

Jeg minnist við gleði aftur á, tá jeg fyrr í ár fekk høvi at vitja verkstovurnar og síggja tykum luttaka við áhuga og innliving. Jeg brúkti ein fyrrapart saman við tykum og jeg minnist, hvussu lívsjáttandi og gevandi tað var; jeg tímdi faktiskt ikki at fara, men noyddist, tí jeg skuldi á onkran fund.

– Og tað merkist her í dag, at hoyringarsvarini, sum nú eru handað – tað eru ikki svar, sum bara eru skrivað, men orð, sum eru grundað á veruligar tankar, upplivingar og ynski. Jeg gleði mjeg at lesa tey – við áhuga og virðing.
Jeg veit, at hetta hevur kravt nógv av tykum – at seta tykum inn í lógarsmíð, at tosa saman í næmingaráðum og taka ábyrgd. Men tað er eisini ein áminning til okur vaksnu um, hvat er gjørligt, tá okur taka børn og ung í álvara. Hetta er eitt prógv um, at tað gevur meining at lurta – og at børn og ung duga væl at greiða frá, hvat ein góð lóg eigur at innihalda.

Barnalógin skal tryggja trivnað, tryggleika og rættstundis hjálp – men hon skal eisini tryggja, at øll børn og ung í Føroyum verða tikin í álvara. Tað hava tykur við hesum hoyringarsvarum víst okum, hvussu okur kunnu gera.

Í heilsupolitikkinum, sum verður handaður mær í næstum, stendur, at okur skulu arbeiða við trivnaðinum millum børn og ung og tað skal vera lættari at fáa hjálp; sum tykur gjørdi vart við í tykra hoyringarsvarum.

Tað er tíð uppá, at okur vera betur at ansa eftir hvørjum øðrum. Tá okur síggja okra medmenniskju ikki hava tað gott, at okur tá blanda okum og taka okum av hvørjum øðrum. Og ikki enda við at siga: Tað fer nokk at ganga. Tí tað fer ikki at ganga um vit ikki bera saman og lata okum vera borin.

Eitt samfelag, sum meinar tað, tá tað sigur, at børn hava rætt til at verða hoyrd, sær út júst soleiðis, sum okur síggja her í dag. Jeg fegnist um at fáa loyvi at taka stafettina. Og jeg lovi tykum: Jeg fari at føra Barnaverkætlanina víðari við somu virðing fyri tykra íkasti, og við somu ætlan um at skapa tað besta samfelagið fyri øll børn og ung í Føroyum.

Við tykkara íkasti fáa vit eina barnalóg, sum speglar tykkara ynski og tørv – eina lóg, sum er ein liður í at byggja eitt trygt, gott og lívsjáttandi samfelag.

Takk fyri tykra orð. Takk fyri tykra hugsanir. Og takk fyri, at tykur hava tikið lut í lógarsøguni.
Takk fyri