Almanna- og mentamálaráðið
So var handanin av Mentanarvirðislønum landsins 2025 í Kolshøll á Eiði av.
Niðanfyri ber til at lesa røðuna hjá Eiriki í Jákupsstovu til hetta høvið:
Í kvøld hava vit heiðrað og fagnað teimum, sum við síni list og mentanarliga virki hava ríkað okkum sum menniskju og styrkt okkara samanhald sum tjóð.
List og mentan koma ikki av sær sjálvum, men verða ment av fólki, ið tora at hugsa, tora at skapa og sýna fram, geva út og bera okkum nakað, ið bæði ríkar og skapar virði og livilíkindi í okkara samfelagi.
Og tað er tað, ið list og mentan kunnu: at flyta okkum, at geva okkum nýggja sjón, at vísa okkum hvørji vit eru – og hvørji vit kunnu verða.
List og mentan eru drívmegi fyri broyting, samanhaldi og menning. List og mentan binda okkum at fortíðini og vísa leiðina fram í tíðina, samstundis sum list og mentan eru grundarsteinar í okkara vælferð.
Mentanarvirðislønirnar eru ikki bara eitt klapp á herðarnar. Tær eru eitt tekin um, at vit sum samfelag skilja virðið av og vilja stimbra list og mentan.
Mentanarvirðislønirnar minna okkum á, at list og mentan eru sjálvt alvið í lívinum.
Hjartaliga tillukku tit trý, Bárður Oskarsson, Kinna Poulsen og Lea Kampmann, við virðislønunum. Takk fyri tykkara týðandi íkast til føroyska mentan og list.
Eg vil eisini nýta høvið at takka tykkum øllum, sum hava sett dám á kvøldið við framúr góðum framførslum. Og ein serlig tøkk til Kringvarp Føroya fyri at senda beinleiðis frá tiltakinum og gera tað møguligt hjá fólki kring alt landið at fylgja við.
Mentanarvirðislønir landsins eru ein týðandi liður í mentanarpolitikki landsins, og tað hevur stóran týdning, at mentanarpolitikkurin sæst aftur og merkist í verki kring alt landið – eisini til tiltøk sum hetta.
Tað hevur tí verið ein stórur heiður og ein sonn fragd fyri meg, sum landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, at kunna handa mentanarvirðislønir landsins her í Kolshøll á Eiði í kvøld.
Takk fyri.
