Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.11.2025 22:37

Seyðahunda kapping í Saksunardali leygardagin

Savnsmynd (Eyp.fo)

Seyðahundasamband Føroya

Sunda seyðahundafelag skipar fyri einari spennandi klassa 3 kapping, har 19 hundar luttaka, hetta vikuskiftið. Hetta er einpartur av FM-kvalifikatiónskappingunum til EM í Belgia og HM í Skotlandi í 2026.  4 teir fremstu sleppa til EM í Belgia, og 3 teir fremstu sleppa til HM í Skotlandi. 

Í Sandavági varð kappast seinasta vikuskifti og vórðu nøkur óvæntað úrslit tá. Moss hjá Tummasi Jacobsen fekk triðja pláss, ið gjørdi at munurin upp til fremsta plássið minkaði eitt lítið sindur. Midge hjá Onnu Sofíu Fjallheim, ið lá á øðrum plássið,fekk einki stig hasuferð og Svan hjá Tóroddi Vang, ið frammanundan seinastu kapping einans hevði 3 stig, gjørdi eitt ordiligthál við at verða nr. 2 og fekk 6 stig. Sostatt hevur hann nú 9 stig og er á einum deildum 4. plássið. Gripur hjá Jónstein Petersen vann seinastu kapping og liggur nú einsamallur á øðrum plássi. 

FM støðan sær soleiðis út: 

Nr. 1 Moss við 25 stigum 

Nr. 2 Gripur við 19 stigum 

Nr. 3 Midge við 12 stigum 

Nr. 4 eru tríggjir javnir við 9 stigum, Kelly, Meg og Svan. 

Skráin fyri vikuskifti sær soleiðis út: 

Leygardagin 22. novembur verður kappast í klassa 3. 

Kl. 08:30 er vallar gjøgnumgongd. 

Kl. 09.00 byrjar klassi 3. 

Sunda seyðahundafelag takkar bóndanum í Saksunardali fyri, at lata økið til kappingina og fyri gott samstarv. Uttan tykkarastuðul hevði hetta ikki verið gjørligt. Øll eru vælkomin at hyggja!