Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.11.2025 16:32

Heilsutænastur flyta

Mynd: Runavíkar kommuna

Runavíkar kommuna

Ljósmøðratænasta, kostráðgevi og rannsóknarstova, sum hava hildið til í niðaru hædd á Heilsumiðstøðini, eru nú flutt á ovaru hædd á Mýravegi 2, sum er gamla politistøðin. 

Tað vil siga at allar viðtalur við ljósmóðir, kostráðgeva og rannsóknarstovu frá í dag at rokna verða í erva á Mýravegi 2.

Flytingin er neyðug, nú farið verður undir umbygging av niðaru hædd á Heilsumiðstøðini, sum framyvir skal hýsa tveimum kommunulæknaviðtalum.

Økispsykiatriin, sum eisini heldur til í niðaru hædd í Heilsumiðstøðini, fer innan stutta tíð – og bara fyribils – at flyta inn í niðastu hædd á Heiðavegi 26, sum er gamla kommunuskrivstovan. Hetta, inn til varandi hølisloysn er funnin fyri Økispsykiatriina.

Broyta/avlýsa viðtalutíð hjá ljósmóðir

Um neyðugt er at broyta ella avlýsa viðtalutíð hjá ljósmóðir, ber til at ringja á tlf. 304625. 
Telefontíð er frá kl. 10.30 til 12.30.