SEV upplýsir á heimasíðu síni:
Meðan flestu okkara lógu og svóvu í nátt, vóru montørar okkara til arbeiðis. Ein jørðventilur á linjuni millum Selatrað og Strendur var brotin og skuldi skiftast. Tað kann hava stórar avleiðingar fyri streymveitingina, um slíkt ikki verður umvælt ella skift so skjótt sum gjørligt.
Hetta arbeiðið krevur, at streymurin verður slitin, og fyri ikki at órógva alt ov mikið, verður tað gjørt um náttina.
So í kavaroki og myrkri, vórðu hjálmar, selar og pelaskógvar spentir, og arbeiðið kundi byrjað.
Linjan veitir streym til Morskranesar, Kolbeinagjáar og Selatraðar.





Myndir: Heini Z. Viðoy