Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.11.2025 10:15

Uppreisn í teprum tapi

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Frankaríki - Mynd: Terji Nielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Føroyska U21 landsliðið var væl við, men tá avtornaði vunnu fransmenn ein tepran 1-0 sigur, og eru nú nummar eitt í bólkinum.

– Vit eru øgiliga væl nøgdir við avrikið í dag, har allir spælararnir arbeiða knallhart, og um væl vildi til, so fingu vit eitt stig heim við.

Soleiðis sigur Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21 landsliðnum, sum mánakvøldið møtti Frankaríki á útivølli.

Úrslitið gjørdist 1-0 til fransmenn, sum stutt fyri leiklok fingu eitt heldur ivasamt brotsspark, sum Mathys Tel, ið spælir fyri enska stórfelagið Tottenham Hotspur, setti í netið.

Føroyska liðið dúvaðið upp á umstillingar og deyðbóltar, og í trimum førum var heilt nær við, at okkara dreingir lupu hvøkk á teir umleið 7.000 áskoðararnar á Des Alpes Stadion í Grenoble. Men bólturin vildi tíverri ikki í franska málið

Næsti dystur hjá U21 landsliðnum verður 27. mars komadi ár, á útivølli móti Sveis.

Stigatalva og leikskrá