Landsbanki Føroya
Útlánsvøksturin til vinnuna var 12,9% í september 2025, samanborið við sama tíðarskeið í fjør roknað sum eitt miðaltal yvir 3 mánaðir. Tað eru útlán til tilfeingisvinnuna og tænastuvinnuna sum toga útlánsvøksturin upp.
Vinnan hevur skuld í føroysku peningastovnunum á 7,3 mia. kr. (september 2025). Vinnan eru almennu og privatu feløgini í Føroyum.
Skuldin hjá almennu feløgunum, sum eru færri í tali, er munandi minni, enn hjá teimum privatu. Almennu feløgini skylda um 560 mió. kr., meðan privata vinnan skyldar umleið 6,7 mia. kr. í føroysku peningastovnunum.
Vøksturin í útlánum til privatu feløgini var 15,2% í september 2025, meðan útlánsvøksturin til almennu feløgini var -8,6% roknað sum eitt miðaltal yvir 3 mánaðir og samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Útlánsvøksturin til privatu og almennu feløgini tilsamans var 12,9% í september 2025, sí mynd 1.
Útlánini hjá føroysku peningastovnunum fara í stóran mun til tænastuvinnuna (nærum 4,4 mia. kr), meðan útlánini til tilfeingis- og framleiðsluvinnuna vóru ávikavist 1,5 mia. kr. og 1,4 mia. kr. í september 2025.
Higartil í 2025 hava tað serliga verið útlán til tilfeingisvinnuna, sum hava togað útlánsvøksturin til vinnuna upp. Útlánini til tilfeingisvinnuna vóru nærum 500 mió. kr. størri í september 2025 enn í sama mánaði í fjør. Eisini eru útlánini økt til tænastuvinnuna; eitt nú til fastogn, goymslu- og flutning, og til gisti- og matstovuvirksemi.
Mynd 1. Útlánsvøkstur til vinnuna

Mynd 2 Útlán býtt á høvduðsvinnur

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið seinnu hálvu 2025 her.
