Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.11.2025 13:23

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

Lesarabræv

Suðuroyartunnilin fer at verða størsta verkætlanin í Føroya søgu – kanska í heimssøguni pr. íbúgva. Tí mugu vit brúka vit og skil, seta trygdina fremst og fíggja hann umvegis eitt statslán úr Danmark.

Nógv rok hevur seinastu tíðina verið um Suðuroyartunnilin. Rok um linjuføring, kostnaðarmeting, trygd og annað.

Tað er harmiligt, tí hetta er ein verkætlan, sum átti at verið positiv! Heili 99% av Føroya fólki verða knýtt saman í eitt veganet við einum suðuroyðartunnli. Tú fært møguleikan at koyra av Viðareiði til Sumbiar. Vit koma øll at njóta somu atgongd til størv, handlar og tænastur.

Tá fyrsta uppskotið hjá tunnilsfelagnum kom, varð nógv gjørt burturúr, at uppskotið ikki livdi upp til norsku trygdarkrøvini. Illgitingar komu beinaveg um, at hetta var gjørt, soleiðis at samlaða upphæddin ikki skuldi blíva ov stór, at løgtingsfólk ikki fóru at tora at atkvøða fyri.

Lat meg sláa fast beinaveg: Ivi má og skal ongantíð vera um, hvørt Suðuroyartunnilin er tryggur ella ei.

Um hægstu trygdarkrøv koma at kosta meir, so mugu vit gjalda meir. So einfalt er tað. Trygd er ikki nakað mann skal ganga uppá kompromis við, og tað vænti eg ikki nakar er áhugaður í. 

Men tað noyðast vit heldur ikki. Tí við einum statsláni úr Danmark tryggja vit okkum bestu treytir og bestu rentu. Útrokningar vísa, at við einum statsláni kunnu vit spara áleið 800 mió. kr.

Eg veit væl, at tað er tíðliga at tosa um, hvussu tunnilin skal fíggjast. 

Men hóast tað, haldi eg tað vera skilagott, at vit longu nú byrja at gera okkum nakrar tankar um, hvussu fíggingin skal snikkast saman. Tí vita vita longu nú, at óansæð hvussu vendir og víkir, so kemur verkætlanin at vera ein risa íløga fyri landið.

Av tí sama eiga vit at nýta stórrakstrarfyrimunirnar í ríkisfelagsskapinum fult út.

Eitt statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur! 

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin