Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.11.2025 14:21

90 ára føðingardagar í Sjóvar kommunu

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna hevur í ár heiðrað tey í kommununi, sum fylla 90 ár. Í tí sambandi hevur borgarstjórin verið á gátt hjá teimum við einum blómutyssi.

Tríggir borgarar á Strondum hava rokkið hendan høga aldur í ár, tey eru Sandur Danielsen, sum fylti 20. juni,

Elsebeth Malena Johansen, sum fylti 15. august og Torgerd Thomsen, sum verður 90 ár í dag 11. november. Tíverri vórðu ongar myndir tyknar av Elsmalenu.

Sjóvar kommuna ynskir tykkum hjartaliga til lukku við døgunum.

Mynd: Sjóvar kommuna