Maskinmeistarafelagið
1. oktober setti Maskinmeistarafelagið Útlendingastovuni tríggjar einfaldar spurningar um hýruviðurskiftini umborð á Galaxy – spurningar, sum eiga at kunna svarast uttan drál, um eftirlitið er útint eftir bókini – men enn hevur Útlendingastovan ikki svarað
Í Maskinmeistarafelagnum vekir tað undran, at Útlendingastovan ikki enn hevur svarað trimum einføldum spurningum um hýruviðurskiftini hjá útlendsku maskinmanningini á kýpriska ferðamannaskipinum Galaxy, tá tað fyrr í heyst røkti suðuroyarsiglingina, meðan Smyril var í dokk.
1. oktober sendi Maskinmeistarafelagið Útlendingastovuni eitt skriv við telduposti, har tað í fyrsta lagi varð spurt um, hvørjum sáttmála maskinmanningin á skipinum var sett eftir, í øðrum lagi, um Útlendingastovan hevði tryggjað sær, at maskinmanningin bleiv lønt sambært føroyskum sáttmála, og í triðja lagi, um Útlendingastovan hevði tryggjað sær, at hýran bleiv útgoldin til hvørt maskinfólk persónliga og ikki til triðja persón at umsita.
Seks dagar seinni, tann 7. oktober, váttaði Útlendingastovan fyri móttøku av teldupostinum, men enn hevur hon ikki svarað spurningunum hjá Maskinmeistarafelagnum.
– Um eftirlitið varð útint eftir bókini, átti tað at borið til hjá Útlendingastovuni at svara okkum í stundini, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum
Onki svar
– Vit fingu at vita, at arbeiðstrýstið var so stórt, at vit ikki kundu rokna við svari tær næstu vikurnar, og tað hevði eg ilt við at skilja, tí Útlendingastovan skuldi jú hava eftirlit við, at tey viðurskiftini, sum vit spurdu um, vóru í lagi á Galaxy, beinanvegin skipið fór í sigling her. Um eftirlitið varð útint eftir bókini, átti tað tískil at borið til hjá Útlendingastovuni at svara okkum í stundini – og álvaratos, nú er tað hálvur annar mánaði, síðan vit spurdu, og ein mánaði, síðan avloysingin hjá Galaxy var av, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Óvissan um hýruviðurskiftini hjá restini av manningini á Galaxy var høvuðsorsøkin til, at Maskinmeistarafelagið ikki vildi gera nakra formliga avtalu við Fíggjarmálaráðið – sum er sáttmálaparturin – og Strandferðsluna um teir báðar føroysku maskinmeistararnar, ið skuldu skiftast um at vera umborð.
Nógvir ivaspurningar
Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag høvdu upprunaliga noktað limum sínum at gera tænastu umborð á skipinum, tí feløgini mettu ikki, at skipið var fevnt av nøkrum føroyskum sáttmála. Fasti Gerðarrættur gjørdi tó av, at tænastubannið var óheimilað stríðsstig, og tað bleiv tí avlýst.
Sum teim flestu kunnugt, savnaði alt uppmerksemið seg síðan um opna hekkuportrið á Galaxy og gøluna í kjalarvørrinum á tí hendingini. Allir ivaspurningarnir í tí málinum bíða eisini enn eftir svari.
– Tað sýnist, sum at Strandferðslan, Sjóvinnustýrið, Útlendingastovan, ja allir fyrisitingarinstansir í landinum, fara í baklás ella sigla seg upp á turt, tá tað snýr seg um hatta ólukku avloysaraskipið, sigur Arnfinn Bech.
