Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.01.2023 17:04

Gull og silvur funnið á Velbastað

Mynd: KVF

KVF veit at siga, at í fornfrøðiligum víkingaútgrevstri á Velbastað, hava fornfrøðingar funnið gulltráð, silvurring og sjáldsama perlur úr eysturlondum.

Tjóðsavnið hevur síðani 2014 gjørt fornfrøðiligar kanningar niðri á Bakka á Velbastað. Har er talan er um eina bønhústoft við tilhoyrandi kirkjugarði og grøvum.

Millum allar gripirnar, sum eru funnir, er ein gyltur silvurringur frá 8. – 10. øld. Hetta kann helst benda á, at kristindómurin var kendur í Føroyum væl áðrenn vit áður hava hildið. Eisini er ein anglo-saksiskan mynt frá ár 910-915 funnin.

Ein av teimum spennandi gripinum, sum vóru funnir í summar, var ein vovin gulltráður. Gulltráðurin varð funnin í upprunaligu inngongdini til bønhúsið. Tílíkur gulltráður er aldrin áður funnin í Føroyum.

Eisini var ein sjáldsom tilevnað karneol perla funnin. Serfrøðingar halda, at tílíkar tilevnaðar karneol perlur í víkingaøld komu heilt úr Iran, India og Kavkasus. Eisini ein ravperla var funnin í grevstrinum, sum mest sannlíkt er úr víkingaøld og er komin úr Skandinavia.

Enn eru fornfrøðingarnir ikki lidnir á Velbastað og ætlanin er eisini halda áfram við forngrevstri í summar. 

Kelda: KVF