Tíðindaskriv
Í sambandi við býarskáan, verður Íshúsið á Glyvrum opið í vikuskiftinum. Tað er Sonja I. Jacobsen, ið heldur til har. Til dagligt er Íshúsið máliverkstaður hjá henni, men av og á verður latið upp, og Íshúsið verður umskapað til eitt vakurt gallarí.
Íshúsið hevur í sær sjálvum eina ríka søgu at siga frá – frá farnum tíðum, áðrenn frystiboksirnar vóru til, og eitt størri baks kravdist fyri at lívbjarga sær. Gamlar tíðir fara, og nýggjar tíðir koma. Nú kann Íshúsið standa sum eitt minni frá farnari tíð og bjóða fólki innar til nýggjar tíðir. Í dag er fjálgt, heitt og ljóst inni, og veggirnir eru prýddir við alskyns litum – málningum og prentum. Ein kaffimunnur verður at fáa – og hvør veit, kanska ein jólagáva ella tvær kunnu finnast í Íshúsinum.
Opið verður:
Leygardagin 8.nov. kl.16-21
Sunnudagin 9.nov. kl. 16-20


