Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.11.2025 09:11

Badmintonlandsliðið til altjóða kapping í Noregi

Mynd; Badmintonsamband Føroya

Badmintonsamband Føroya

Í dag byrjaði FZ Forza International í Noregi. Bdmintonsamband Føroya hevur sent 8 leikarar til kappingina.

Nógvir dystir eru spældir í dag, og hevur tað gingið ordiliga gott hjá føroysku leikarunum. 

Miriam í Grótinum og Rúni Øster hava spælt seg víðari í høvuðskappingina í blandaðum tvímansleiki. Og Miriam í Grótinum og Ranja Joensen hava spælt seg víðari í einmansleiki. 

Í morgin byrjar høvuðskappingin. 

Tá er tvímansleikur, blandaður tvímansleikur og einmansleikur á skránni. Tá skulu allir leikarar aftur í eldin.

Í morgin spæla Sanna og Mia tvímansleik, Rúni og Magnus tvímansleik, Asbjørn og Christian tvímansleik, Asbjørn og Mia, blandaðan tvímansleik, Rúni og Miriam blandaðan tvímansleik, Magnus og Sanna blandaðan tvímansleik, Miriam einmansleik og Ranja einmansleik

Okkara leikarar byrja klokkan 9 norska tíð,allir dystir eru at síggja á stroymingartænastu hjá Badminton Euurope

Hesir leikarar eru við:

Miriam í Grótinum

Sanna Thorkildshøj

Mia Thorkildshøj

Ranja Joensen

Magnus Dal-Christiansen

Rúni Øster

Asbjørn Heide Olsen

Christian Berg Petersen

Venjari er Fai Yin Wong og ferðaleiðari Sofía Olsen.