Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.11.2025 19:58

Royndir og lærurík kapping

Mynd: Lars Rune Skaug/HSF

Hondbóltssamband Føroyar

Hóast stórtap á 39-24 fyri donsku heimsmeistarunum, so kunnu Føroyar taka nógv við sær frá dystinum í dag og Golden League kappingini sum heild.

Føroyar fingu ein hampuliga góða byrjan uppá dystin og fylgdust liðini fyrstu løtuna. Okkara spældu eins og áður 7 móti 6, og komu okkara til góðar kjansir. Nøkur brend føroysk skot gjørdu síðani, at Danmark so líðandi løgdu seg á odda við nøkrum málum. Føroyska spælið var tó, í stóran mun, gott, men fingu okkara nógvar útvísingar, og tað vóru serliga hesar løturnar at danir vóru eirindaleysir og gjørdu nógv mál. Føroysku málverjarnir høvdu tað eisini trupult í fyrra hálvleiki, har var ongin bjarging. Føroyska verjan stóð annars hampuliga væl, tá hon var fullmannað, men vóru eisini støður, har Mathias Gidsel, Thomas Arnoldsen og Simon Pytlick vístu, hví teir er millum heimsins bestu. Danmark dróg frá og munurin gjørdist heldur stórur, 22-13 við hálvleik.

Stóri munurin á liðunum í seinna hálvleiki var Emil Nielsen í danska málinum. Okkara fingu eingi løtt mál móti danska málverjanum, sum hevði heili 19 bjargingar í dystinum. Danmark spældu nógv 7 móti 6 í seinna hálvleiki, og tá okkara løgdu fyri við at fáa enn tvær útvísingar beint sum hálvleikurin byrjaði bleiv tað torført. Úrtøkan í seinna hálvleiki var tó frægari í mun til í fyrra, og munurin vaks bert við 6 málum. Pauli Jacobsen kom ígongd í føroyska málinum og hevði 6 bjargingar. Okkara komu eisini til fleiri kjansir, men var Emil Nielsen ein avbjóðing. Ferfaldu heimsmeistararnir vóru góðir og vunnu trygt 39-24.

Eftir dystin var Hákun West av Teigum kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Hann var eisini føroyskur toppskjútti við 7 málum, har hann gjørdi 6 uppá 7 kjansir á vonginum og 1 uppá 2 við brotskasti.

Næstu dystirnir hjá Føroyum verða tveir EM-fyrireikingardystir móti Italia á heimavølli. Hesir verða leiktir Við Tjarnir fríggjadagin 9. januar og sunnudagin 11. januar.

Málskjúttar hjá Føroyum
:
Hákun West av Teigum 7 (1)
Ísak Vedelsbøl 3
Teis Horn Rasmussen 3
Elias Ellefsen á Skipagøtu 2
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2
Óli Mittún 2
Allan Norðberg 2
Vilhelm Poulsen 1
Rói Berg Hansen 1
Leivur Mortensen 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen 47 min, 6 bjargingar
Aleksandar Lacok 13 min

Dystargongdin Danmark – Føroyar:
5 min. 4-4
10 min. 8-5
15 min. 12-8
20 min. 13-9
25 min. 18-11
30 min. 22-13
35 min. 26-15
40 min. 28-17
45 min. 33-21
50 min. 33-21
55 min. 35-23
60 min. 39-24